Títt hugflog við okkara UFO
Vit droyma og hugsa stórar tankar. Í okkara flúgvandi fari er eisini pláss til allar tínar sveimandi visjónir. Útsýnið er óhugsandi. Óendaligir møguleikar flúgva kring okkum. Kom við á ferð. Skapa títt egna univers. Sig tína ótrúligu søgu. Ger dreymin til veruleika. Lat onnur síggja heimin við tínum eygum. Kom á flog við UFO
Umborð á UFO
Umborð á UFO eru tvey nærløgd og vinarlig alien, sum ikki eru so ræðandi at arbeiða saman við. Í samstarvi við aðrar talentríkar rúmdarverur og skapandi freelancarar kunnu vit næstan alt. Vit gleða okkum at bjóða tær við á ferð, og saman ríka heimin við filmsligum frásøgum.
