Barclay de Spiderman

Minidoku frá 2026

“Barclay de Spiderman” er ein persónssøga um ein ungan mann í Liberia, sum livir av at dansa. Ígjøgnum sterkar og livandi myndir av hansara dansibólki “Fantastic force” Fortelur hann inniliga um sítt lív, dreymar og vónir.

Video Title

Heimurin er fullur av søgum. Ofta snýr tað seg einamest um at hava eygu og oyru opin. Og ikki minst at lurta eftir, hvat dagurin ella lívið hevur at bjóða.

“Barclay de Spiderman” kom næstan úr ongum. Á okkara ferð til Liberia í novembur, komu vit fram á nøkur filmsbrot á netinum av nøkrum ótrúliga dugnaligum ungdómi, sum dansaðu á gøtunum í Monrovia. Hetta var so hugtakndi, at vit  fingu hug at seta okkum í samband við stovnarin av dansibólkinum “Fantastic force”. Eitt sindur spontant og beint áðrenn okkara heimferð byrjaði, fingu vit møguleikan at hitta Barclay og hoyra hansara lívsjáttandi søgu. Næsta dagin sluppu vit at filma nakrar scenur við bólkinum.

Gallery image 1
Gallery image 2
Gallery image 1
Gallery image 2
Gallery image 1
Gallery image 2