Hjartabørn í Kenja

Heimildarfilmur upptikin í Kenja í Februar 2024

Filmstíð er smáar 40 minuttir.

Video Title

Kanska tosa vit bert um ein dropa í havinum. Men fyri fátæka barnið, sum vil sleppa at ganga í skúla, ger stuðulin úr Føroyum allan munin. Og við hjálp frá føroyska Mirjam felagsskapinum hava arbeiðssamar og vónríkar kvinnur í Kenja fingið eina nýggja byrjan uppá lívið. 

Í februar 2024 fóru vit við felagsskapinum Mirjam á ferð til Kenja.
Á túrinum upplivdu vit takksemi í tí smáa og gleðina hjá teimum, sum einki eiga. Hvussu fólk kunnu koma uppundan vónloysi. Og hvørja ávirkan hjálpararbeiði úr Føroyum kann hava.

Við opnum huga og einum filmstóli í hondini, avgjørdu vit at filma upplivingina. Hetta gjørdist okkara fyrsti heimildarfilmur, og hóast hann ikki er tann mest professionelli, so mentist verkætlanin til eina inniliga og hjartanemandi søgu um nøgdsom skúlabørn og arbeiðssamar kvinnur í landinum.

Hetta er okkara frásjón og bert eitt lítið brot av einum stórum og samansettum veruleika.