Ein heilsan úr Liberia til skótahjálpina í Føroyum <3
Filmur frá 2025
Í 2024 savnaðu føroyskir skótar pengar saman til felagsskapin Mirjam. Pengarnir vóru nýttir at byggja ein skúla í eini fjarskotnari bygd í Liberia - Henry James Village.
Vit vóru so heppin at verða við til rørandi skúlavígsluna í novembur 2025, tá hundra børn fyri fyrstuferð sluppu í skúla.
Filmurin gjørdist ein lítil jólaheilsan og stór tøkk til børnini í føroyum, sum hava hjálpt børnum í Liberia. <3
